Tíðindi09. september 2019

Minnist til grønu umleggingina!

Tað sær út til, at vit fáa eina borgarliga-konservativa stjórn heldur enn eina breiða savningarstjórn.

Mannaskaptu veðurlagsbroytingarnar eru líka veruligar í dag sum áðrenn valið. Takið tær í álvara. Tað er nú vit skulu undir at gera broytingar, so komandi ættarlið hava somu møguleikar og atgongd til náttúru, sum vit hava í dag. Loysnirnar krevja, at vit øll eru við.

Hetta snýr seg ikki bara um papptallerkar og súgvirør. Hetta snýr seg um náttúruríkidømi, mentan og samleika okkara. Harumframt eisini grundarlagið undir høvuðsvinnuni og um komandi ferðavinnu okkara. Vit mugu taka ábyrgd av ovurnýtslu og ábyrgdarloysi við lógum, reguleringum og hugburðsbroytingum. Dømi um hetta kann vera so einfalt sum at samtykkja náttúrumargfeldislógina og orða ein bindandi veðurlagspolitikk. Sum tað allarminsta. 

Sambandsflokkurin fór til val uppá “burðardyggan vøkstur”. Fólkaflokkurin at “Føroyar gerast fyrimynd við grønum loysnum”, og Miðflokkurin at “tann, ið dálkar, skal bera kostnaðin av hesum og fá sekt.” 

So góðu borgarligu flokkar, gloymið ikki náttúruna og umhvørvið, gloymið ikki framtíðina hjá okkum øllum! 

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi